Havnarskrivstovan hjá Tórshavnar havn skal nú umvælast og víðkast. Flutt varð inn í verandi høli í 1987, og nú er so ætlanin at víðka um hølini.
Havnarskrivstovan heldur til í ovastu hædd í bygninginum hjá Faroe Ship á Eystaru vág. Víddin er tilsamans 241 fermetrar og parturin hjá havnarskrivstovuni er 152 fermetrar, men Faroe Ship er sinnað at leiga hinar 90 fermetrarnar til havnarskrivstovuna.
Umframt at vaksa um havnarskrivstovuna er eisini ætlanin at gera umfatandi broytingar av havnarskrivstovu og innbúgvi.
Arbeiðið hevur verið boðið út í innbodnari lisitatión, og tey fimm tilboðini lógu úr 1.085.673 krónum upp í 1.724.492 krónur. Havnameistarin mælti til at taka av lægsta tilboðnum og tað var einmælt samtykt á býráðsfundinum í gjár.
Settar verða tvær millliónir av til arbeiðið, og tað var Búsetur, ið átti lægsta tilboðið og tískil fær arbeiðið.










