Havnarmyndir kemur út í bók

?Havnarmyndir - fyrr og nú? er heitið á nýggari bók hjá Birgari Johannessen, sum kemur út mikudagin 4. november. Á ólavsøku í ár hevði Birgar framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Talan var um eina framsýning við gomlum fotomyndum og nýggjum myndum, ið eru tiknar úr sama staði sum tær gomlu. Tí vórðu nógvar samanberingar gjørdar á framsýningini um tann gamla og nýggja býin.

Birgar sigur, at framsýningin varð stak væl vitjað. Fleiri heittu á seg um ikki at leggja hetta søguliga myndatilfar til síðis, men heldur geva tað út í bók. Tað havi eg so gjørt nú sigur Birgar, sum vónar at bókin verður væl móttikin.

Bókin, sum er umleið 110 síður, er ein myndabók við teksti, har lesarin fær gott innlit í hvussu býurin er broyttur hesa seinastu øldina.

Kápumyndin er ein oljumálningur, sum Christin Holm Isaksen (Kristin í Geil) málaði í 1917. Bókin er prentað hjá Estra og kostar 220 krónur.

Í sambandi við at bókin kemur út, verður móttøka fyri almenninginum í Sjónleikarhúsinum mikudagin frá kl. 10-18, har bókin verður seld og signerað av høvundanum.