Havnarmenn vunnu

Oddabrak hevur í dag verið í landskappingini í talvi. Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag møttust í innanhýsis dysti í fimta umfari í landskappingini. Úrslitið var, at Havnin vann 3-1. Á báðum fremstu borðunum endaði javnt, men á triðja og fjórða borði vunnu havnarmenn, skrivar talvsambandið.

 

Føroyameistarin Rógvi Egilstoft Nielsen fekk á fyrsta borði remis móti stórmeistaranum Helga Dam Ziska. Í altjóða kappingini Runavík Open í november í fjør endaði talvið teirra millum eisini javnt. Óført avrik hjá Rógva. Úrslitið var hitt sama á øðrum borði millum Høgna Egilstoft Nielsen og Olaf Berg. Á triðja og fjórða borði bragdaði hjá havnarmonnum. Martin Poulsen vann á Torkil Nielsen og Carl Eli Samuelsen á Finnbjørn Zachariassen, sum er nýggjur styrkur hjá vágamonnum.

 

Havnar Telvingarfelag er nú fýra stig undan Sandavágs Talvfelag í fremstu deildini. Sandavágs Talvfelag hevur verið føroyameistari seinastu fýra árini, men Havnar Telvingarfelag tykist í løtuni at hava beina kós móti sigrinum. Sterka manningin hjá høvuðsstaðarfelagnum hevur vunnið allar dystirnar higartil í vetur. 

 

Byrjað var at telva klokkan tíggju í morgun, tí tvey umfør eru á skránni í dag. Klokkan fýra verður farið undir dystirnar í sætta umfari. Landskappingin endar í mars, tá tíggjunda og seinasta umfar er.

 

Havnin - Sandavágur 3-1

Helgi Dam Ziska - Rógvi Egilstoft Nielsen ½-½

Olaf Berg - Høgni Egilstoft Nielsen ½-½

Martin Poulsen - Torkil Nielsen 1-0

Carl Eli Samuelsen - Finnbjørn Zachariassen 1-0