Feðgarnir Ragnar og Fróði Magnussen, har faðirin starvast sum fólkaskúlalærari og sonurin arbeiðir innan tøkni, vóru eisini ein túr á Norðhavinum við bátinum Frey í gjár.
- Summi fara at standa á skí, men eg fari til útróðrar, segði Fróði Magnussen, sum hevur fingið sær feriu frá arbeiðinum fyri at fara á sjógvin.
- Tað er praktfult at rýma ein tílíkan dag, greiddi hann frá í gjár.
Men feðgarnir skulu helst ikki klaga. Teir fingu eini 900 pund, og tað gevur eitt sindur, hóast prísurin ikki er so góður í løtuni.
Hóast teimum dámar væl at fara til útróðrar, so er tað ikki nakað, sum teir siga seg kunna liva av.
- Vit plaga at vera nakrar túrar, men tað gevur ikki so nógv, og ein tílíkur bátur er dýrur at hava, greiðir Fróði Magnussen frá.
Báturin er ein sokallaður Soumi og er smáar níggju metrar langur.
Túrurin í gjár, var tann fyrsti hjá feðgunum á Norðhavinum, tí vanliga royna teir vestanfyri.
Havnarmenninir loystu umleið klokkan hálvgum átta í gjáramorgunin, og í morgun fóru teir eisini avstað.