Fótbóltur
Tað vóru nakrir tamir havnarmenn, sum fóru á vøllin í Gundadali sunnudagin, meðan leikararnir av Sandoynni góvu HB óvæntaða harða mótstøðu. Tískil eydnaðist tað ikki HB at vinna á sandoyingum.
Tað er eingin loyna, at hetta er ein dyggur smeitur fyri HB, sum hevur ætlanir um at liggja í oddinum í ár eins og í fjør. At spæla javnt móti B71 á heimavølli kann lýsast sum tvey mist stig heldur enn eitt vunnið stig.
Tað sást týðuliga, at HB liðið ikki kláraði seg fyriuttan fýra av sínum lyklaspælarum. Allan Mørkøre, Jóhannis Joensen, Andrew av Fløtum og Hans á Lag vóru ikki at síggja á HB liðnum í dag, og hetta merkti avrikið hjá havnarliðnum. Hinir lyklaspælararnir sum Uni Arge, Rúni Nolsøe, Jón Rói Jacobsen og Rógvi Jacobsen høvdu tískil eina størri byrðu á sínum herðum, men teir megnaðu ikki at spíla seg nóg mikið út, so teir fingu lyft liðið upp á hægri støði.
Hinvegin skal einki takast frá sandoyingum, sum vóru grammir í nærdystum og veruliga stríddust fyri at ogna sær í minsta lagi eitt stig. Tað eydnaðist, og vóru teir hepnari endaði okkurt av skjótálopunum við máli.
Fáir málmøguleikar
Langt var ímillum veruligar málmøguleikar í Gundadali, og tí var dysturin ikki serliga undirhaldandi fyri áskoðaran. HB hevði teir vandamiklastu, tá teir fyri steðgin spældu seg fram til vandamiklar støður. Uni Arge kom einaferð í eina góða støðu, men Valdemar bjargaði, og Rúni Nolsøe hevði ein fluktara, sum endaði omanfyri málið.
HB álopið var ógvuliga tannleyst, og teir megnaðu sjáldan at spæla seg fram til stórar málmøguleikar. Jógvan Jón Petersen og Bernhard Petersen í miðverjuni hjá B71 stóðu stinnir allan dystin, og teir megnaðu at halda Una Arge í stuttum tjóðri, so hann ikki slapp framat fatinum.
Valdemar Nowicki skal eisini hava rós fyri at vera sera tryggur í luftspælinum. Antin hevði hann bóltin í føvninginum, ella syrgdi hann fyri at sláa hann langt út úr brotsteiginum.
Dysturin var sera illa spældur, mistøkini vóru ógvuliga mong. Eitt ótal av sendingum funnu ikki vegin fram til ta ætlaðu adressuna, og tað hevði við sær, at bólturin mangan ferðaðist millum liðini, uttan at nakað uppbyggjandi spæl varð sett í gongd. Hetta er ikki HB líkt, og vánaliga avrikið hjá teimum varð eisini revsað av B71.
B71 spældi við eini 4-5-1 skipan við Kára Nielsen sum álopskendum miðvallara, meðan Eli Hentze var einsamallur framherji. Liðformaðurin hjá B71 fekk ikki nógv burturúr har frammi, men seint í dystinum var hann fluttur aftur á miðvøllin, tá tørvur var á royndum kreftum á miðvøllinum.
Í seinna hálvleiki tveitti HB nógv fólk frameftir, og tí gjørdist tað heldur tunnligt í verjuni. Hetta gav B71 møguleika at gera skjótálop niðan móti HB málinum. Nakrar ferðir gjørdist tað vandamikið, men Bárður Johannesen í HB málinum hevði ongar trupulleikar við at taka royndirnar frá sandoyingum.
Av beinkinum royndi Ion Geolgau av øllum alvi at dirigera sínar menn fram til sigurs, tó uttan at hetta hepnaðist. Móti endanum flutti hann Jón Róa Jacobsen úr verjuni fram í álopið í eini seinastu roynd at fáa vinnandi málið, men hetta eydnaðist ikki. Kanska skuldi hann gjørt hetta nakað fyrr í dystinum, tí einki vildi bera til har frammi.
Tá dysturin varð bríkslaður av, fóru armarnir hjá B71-arunum upp í loft, meðan heimaliðið fór av vøllinum við niðurboygdum høvdi. Tað sást eisini, at sandoyingar vóru útlúgvaðir, tí fleiri høvdu krampa.