Havnarmenn konsert í Østrøm

Teir ætla at spæla inn fleiri løg í vár, og tað er ikki óhugsandi, at løgini verða savnað í fløguútgávu.

Bólkurin ”Havnarmenn” hevur nú latið frá sær trý stakløg, sum eru tøk á flestu talgildu tónleikamiðlum. 

Havnarmenn varð stovnaður í 2010, tá Sámal Lindenskov og Heini Fosaa tóku stig til at stovna tónleikabólk innan jazz,- blues-og rock-greinina. Báðir hava teir spælt saman áður.

 

Bólkurin hevur havt skiftandi manning fyrstu tíðina, men seinasta árið hava dugnaligu tónleikararnir, Mortan Zachariassen og Bjarki Meitil, verið fastur partur av manningini.

 

Byrjanin hjá bólkinum hevur verið friðarlig. Við atliti til, at allir limirnir hava sítt dagliga yrki innan annað enn tónleik, hevur undirtónin at kalla verið ”til hugna og stuttleika”.

 

Men síðan á sumri 2013 hevur bólkurin verið meira virkin, og nakrar konsertir og framførslur hava verið.

Manningin í bólkinum er í dag hendan: Sámal Lindenskov, Heini Fosaa, Mortan Zachariassen og Bjarki Meitil.

Í juli í 2013 var bólkurin í upptøkuhøli og spældi inn trý tey fyrstu løgini. Alt tilfarið higartil er blandaður instrumentalur fussiónstónleikur, sum bæði gevur pláss til tað ”melodiøsa” og tað ”improvisativa”.

 

- Bæði stilt og ”pulserandi”, sum teir sjálvir taka til.

Løgini, sum higartil eru spæld inn, hevur Sámal Lindenskov skrivað, og eru tey sett upp av bólkinum í felag. Upptøkur og ljóðblanding er gjørt í Studio Bloch av Jonas Bloch Danielsen og Teodor Kapnas.

 

- Vit hava ætlanir um at spæla inn fleiri løg í vár, og tað er ikki óhugsandi, at løgini verða savnað í eini fløguútgávu, tá tíð og umstøður loyva tí. 


Teir siga, at Havnarmenn fara at hava konsert í Østrøm hin 22. februar 2014 - hesaferð saman við nøkrum av okkara sterkastu songrøddum, Onnu Mariu Olsen, Ronnie Nielsen og Dánjali Lindarstein.

- Tiltakið verður skipað sum eitt óformelt hugnakvøld, har bólkurin einsamallur og saman við solistunum fer at framføra fjølbroyttan tónleik, bæði egin løg og ”coverløg”, siga Havnarmenn í tíðindaskrivi í kvøld.