Havnarmenn grammir eftir grundøkjum norðanfyri

Svínáir: Tað gekk ikki long tíð, frá tí at Eiðis kommuna lýsti við grundøkjunum, til tey øll vóru seld.

Tað kom helst óvart á mong, tá kommunan bjóðaði fleiri grundøkir til sølu fyri ein kostnað, sum kundi tykjast sera rímiligur í mun til prísin aðrastaðni.
Grundøkini vóru partar av eini útstykking, sum varð framd fyri mongum árum síðani í Svínáum, men tað gekst kortini illa at sleppa av við tey.
Støddin á grundøkjunum var um 500 fermetrar og prísurin einans 20.000 kr. Og hetta skapti stóran áhuga millum manna.
Tordur Niclasen, borgarstjóri á Eiði upplýsir, at hesi grundøkini vórðu seld beinanvegin.
Tað sum kanska er mest áhugavert í hesum er, at fleiri av keyparunum vóru úr Suðurstreymoy.