Havnarmeistarin Tobbi farin til verka

Torbjørn Jacobsen hevði sín fyrsta starvsdag á Havnarskrivstovuni í Runavík í gjár. Í tí sambandi skipaði kommunan fyri hátíðarhaldi, har virkandi borgarstjórin Sæunn Ólavsdóttir Hansen bjóðaði løgtingsliminum vælkomnum.

Jóannes Símunarson Hansen hugleiddi um virksemi á havnarøkinum frá fimtiárunum og fram til dagin í dag. Síðani tók Torbjørn Jacobsen sjálvur aftur í aftur og førdi fram, at hann við ídni og framskygni vildi fara undir nýggja starvið sum havnarmeistari í Runavíkar kommunu.

Somuleiðis segði hann seg síggja fram til gott samskifti og samstarv við Havna- og Vinnunevndina í Runavíkar kommunu.

Torbjørn Jacobsen er framvegis løgtingslimur fyri Tjóðveldi, men hevur boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur til næsta løgtingsval.