Havnarmeistarin í Fuglafirði koyrdur frá

Býráðið í Fuglafirði hevur koyrt Jón Nolsøe Olsen úr starvinum sum havnarmeistari, tí hann skal hava stolið streym frá kommununi. Á afturlatnum býráðsfundi fyrr í vikuni varð Jón Nolsøe Olsen koyrdur úr starvinum sum havnarmeistari.

Sigurð Simonsen, borgarstjóri, sigur við Útvarpið, at havnarmeistarin bleiv koyrdur frá, tí býráðið hevur ikki álit á honum.

Sjálvur avsannar Jón Nolsøe Olsen, at hann hevur stolið streym frá kommununi. Hann sigur, at síðani í apríl í 2003 hevur kommunan ikki sent felagi hansara rokningar fyri streym til eina frystibingju, sum stendur á havnarlagnum. Tað var eitt mistak hjá kommununi, sigur hann.

Sambært Útvarpinum er seinasta orðið ikki sagt í málinum. Uppsagdi havnarmeistarin, sum eisini situr í býráðnum í Fuglafirði, er limur í Skipara- og Navigatørfelagnum, og felagið arbeiðir við málinum. Tað næsta, sum hendir, verður helst ein kæra til Innlendismálaráðið.