Havnarmaður skrivar dagbók

Dagbókin ”Memoirer og Autobiografi” verður løgd fram í sambandi við 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu í Posthúshjallaranum hósdagin 29. januar kl 16:00.

Mentunnargrunnur Studentafelagsins gevur dagbókina út.

Tað er langabbasonurin Heri Kragesteen, ið leggur bókina fram fyri almenninginum.


--


Skráin fyri tiltakið, sum er alment og ókeypis, er henda:


Mads Andreas Winther, abbasonur fyrsta borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, sigur frá


Heðin Mortensen, borgarstjóri, fær handað eintak av dagbókini ”Memoirer og Autobiografi”


Erland Viberg Joensen, søgufrøðingur, heldur talu um dagbókina hjá Sámali á Krákusteini


Tórshavnar manskór syngur


Sámal Tróndur Finnsson Johansen, landsskjalavørður, upprunahandritið til dagbókina ”Memoirer og Autobiografi” í varðveitslu


Síðani fæst kaffi