Handilslív
Hesaferð ella rættari, enn einaferð hinumegin Atlanshavið, í Kanada. Í dag letur hann upp nýggjan handil í Kanada, tann átjandi handilin í hesum stóra landinum. Hetta er samtíðis tann 36 . handilin undir föroyska merkinum, sum Jákup letur upp, síðani hann byrjaði í fyrsta handlinum á Hálsi í Havn í 1986. Í dag fevnir handils"imperie" hjá Jákup á Dul Jacobsen sostatt um ein handil í Føroyum, fýra í Íslandi, 13 í baltisku londunum og síðani 17 í Kanada.
Tað hevur gingið ómetaliga skjótt og væl hjá unga handilsmanninum úr Havn, síðani hann legði leiðina um hav til Íslands og lat fyrsta handilin upp har í 1987. 9 ár eftir tað byrjaði hann í Kanada og í 2001 lat hann fyrsta handilin upp í Baltisku londunum.
Í dag arbeiða umleið 800 fólk í 36 handlum í seks londum. Áhugavert kundi verið at vitað, hvussu stórur umsetningurin er í øllum handlunum. Men tað fáa vit ikki at vita, tó so, at tað ikki man vera av leið, tá sagt verður, at alt samtakið telist ovarliga millum tær 10 størstu fyritøkurnar í Føroyum.
Við so nógvum jørnum í eldinum verður tað heldur ikki til meira enn onkra ferðina til Føroya um árið. Og nú Jákup er stæddur í Kanada til upplatingina har var tað so heppið, at Sosialurin hitti eitt undangongufólkunum í fyritøkuni, Nils Stórá, tá hann nú um dagarnar vitjaði í Føroyum. Hann arbeiðir dagliga í baltisku londunum, har hann ferðast millum teir mongu handlarnar. Hesaferð vóru ørindini hjá Nilsi í Føroyum at vera ferðaleiðari hjá barna- og familjumálaráðharranum í Litauen, sum vitjaði her fyri at kunna seg um viðurskifti hjá børnum og annars um sosial viðurskifti sum heild. (Hesa vitjan venda vit aftur til í seinni blað, blaðm.)
Nils hevur sjálvur arbeitt hjá fyritøkuni Jysk í 12 ár. Hann byrjaði í Íslandi, men hesi seinastu 3-4 árini hevur hann arbeitt í baltisku londunum, har hann hevur havt nógv um at vera at fyrisita ikki færri enn 13 handlar í trimum londum. Hetta er krevjandi uppgávu men afturfyri eisini sera áhugaverd og gevandi.
Meðan fyritøkan í Føroyum hevur alla tíðina borið heitið Skemman, so hava tey í Íslandi brúkt heitið Rumfatalagerinn. Handlarnir í Kanada og Eystrasalti brúka tó navnið Jysk. Hetta er nýggja navnið fyri Jysk Sengetøjslager, sum er farið í søguna. Tað varð gjørt m.a. fyri at gera tað lættari at samskipa eitt nú lýsingar við tær í Danmark.
Nils Stórá sigur annars, at koyrt verður framvegis eftir sama konsepti men tað verður so justerað ella lagað til hvørt einstakt land. Vørurnar! Jú talan er um nógv av tí innbúgvi, sum verður brúkt í einum heimi, alt frá møblum til seingjasett, dýnum og koddum , metravøru osfr.
Nils hevur búð og býr í Íslandi men fæst sum sagt við arbeiði í baltisku londunum. Hann sigur, at tað er lætt at ferðast millum Ísland og hesi londini, tí tú kanst velja, um tú ferðast um Danmark, Oslo ella Stokkhólm.
Nils ferðast so sjálvur millum Estland, Letland og Litauen. Tey hava 4 handlar í Estlandi, 5 í Letlandi og 4 í Litauen. Seinasti handilin lat upp í august í Litauen.
Íblástur frá íslendingum
Uppá fyrispurning hví teir hava valt at fara til hesi londini sigur Nils, at íslendingar eru nógv úti um seg víða um m.a. í baltisku londunum, har teir eru størsti útflytari av timburi. Teir hava fleiri verksmiðjur har og teir umhugsa at keypa upp banka eisini.
-Vit vildu so royna at fáa fótin fastan har, og tað hevur gingið gott síðani.
Nils heldur sjálvur, at føroyingar hava nakað at læra av íslendingum, tó at hann ikki vil vera politiskur í so máta. ?Eg trúgvi, at ein vandi hjá okkum er, at vit síggja oftani umheimin bara sum suðurendan av Danmark og norðurendan av Grønlandi og so síggja vit kanska ikki longur. Vit síggja tað eisini oftani, at tá tosað verður um handil, so er tað fyrst og fremst Danmark, sum kemur okkum til hugs. Men vit vita, at danir eru sera dugnaligir á mongum økjum, eitt nú innan handil, og tí skal man eisini royna at hyggja aðrar vegir ístaðin.
Hvørjar framtíðarætlanir eru?
-Tað eru ætlanir at lata upp aðrastaðni, men tað er ov tíðliga at koma út við tí nú. Tað kann vera, at USA er ein møguleiki, men Kanada er so mikið stórt, at har er marknaðurin ikki troyttur enn.
Dan Hansen er stjóri fyri Skemmuni í Føroyum. Beiggin, Steinar Hansen var stjóri har, áðrenn har fór til Kanada, har hann nú stendur fyri innkeypinum.
Ása á Dul Jacobsen er tó framvegis eitt kent pg fryntligut andlit millum mongu vørurnar og kundarnar í Skemmuni, tá Sosialurin vitjar har ein góðveðursdag í oktober.










