Havnarlagið í Hvalba stóran skaða í ódnarveðrinum

Tað fer at kosta millum seks og átta mió. krónur at umvæla skaðan, sum havnarlagið í Hvalba fekk í ódnarveðrinum seinasta mánaðarskiftið -Landsverk og J&K Petersen eru í ferð við at kanna viðurskiftini, og ein frágreiðing verður liðug um stutta tíð, sigur Levi Niclasen, borgarstjóri í Hvalba, við útvarpið hjá Kringvarpið.

Hvalbiar kommuna hevur gjørt og eigur havnalagið. Havnaløg kunnu ikki tryggjast, og tí er tað kommunan sum hevur ábyrgdina av havnini. Enn eru eingi stig tikin til at gera havnalagið aftur, tað verður ikki gjørt, fyrr enn frágreiðingin frá Landsverki og J&K Petersen er liðug.

-Men havnalagið má gerast aftur, annars doyr alt virksemið í bygdini, og tað gongur ikki, sigur Levi Niclasen.