Hóskvøldið 11. desember klokkan 19.30 verður høvi at hoyra Havnarkórið syngja í Havnar kirkju.
Sum kór flest kring landið, hevur eisini Havnarkórið føroyskan og útlendskan jólatónleik á skránni.
Stovnari kórsins Ólavur Hátún legði í heyst frá sær sum kórleiðari eftir 48 ára trúgva tænastu.
Konsertin hóskvøldið er tí hin fyrsta hjá Havnarkórinum við nýggja kórleiðaranum, nólsoyinginum Leif Hansen, á odda.