Havnarkórið í Hoyvík

Havnarkórið hevur jólakonsert í Hoyvíkar kirkju hóskvøldið

 

 

Skráin fyri jólakonsertina eru kendir útlendskir og føroyskir jólasangir. Kórleiðari er 82 ára gamli, the grand old man innan føroyskan kórtónleik, Ólavur Hátún, ið hevur verið ímyndin av føroyskum kórtónleiki í áratíggjur.

 

Havnarkórið hevur júst verið í Íslandi á konsertferð, har kórið millum annað framførdi Messias eftir Handel í fullsettari Langholtskirkju.

 

Konsertin, sum verður í Hoyvíkar Kirkju, verður hóskvøldið klokkan 20.