Sunnukvøldið fer Havnarkórið at halda konsert í Fuglafjarðar Kirkju.
Á skránni eru mest kórsatsir, sum Vagn Holmboe skrivaði til yrkingar eftir Janus Djurhuus, Chr. Matras og W. Heinesen, sum T. N.Djurhuus hevur latið í føroyskan málbúna. Men kórið fer eisini at syngja gomul føroysk sálmaløg, sum Karl Clausen, Kári Bech og Heri Eysturlíð hava gjørt satsir til.
Kórsatsirnir hjá Vagn Holmboe hava verið afturvendandi á skránni hjá Havnarkórinum seinastu 25 árini.
Og nú ein stór tónleikastevna skal haldast í Horsens, heimbýi hansara, nú hann hevði fylt 90, er tað fallið kórinum í lut at enda stevnuna við konsert í Klosterkirken sunnukvøldið 2. apríl.
Samstundis fer Havnarkórið eisini til Odder at verða við í føroyskum mentanartiltakið har, har tað skal syngja fleiri staðni.