Í sambandi við at nýggja Føroysk Kórbók 3 nú kemur á marknaðin hava Havnarkórið og danska kórið Diabolus felags konsertir nú um hvítusunnuna.
Av teim 26 kórsatsunum í bókini framføra bæði kórini í felag teir 10 og Havnarkórið 6 fyri seg sjálvan.
Talan er um løg eftir Martin Restorff Jacobsen, Kim Hansen, Eivør Pálsdóttir, Ólav Jacobsen (av Velbastað), Martin Joensen, Regin Dahl, Anniku Hoydal, Elin Brimheim Heinesen, Christian Wahl, Teitur Lassen, Niclas Johannesen og eitt føroyskt vísulag.
Tað er John Høybye, sum hevur skipað øll løgini fyri kór, har einstøk eisini hava klaverfylgispæl, og hann eigur eisini sjálvur tvey av løgunum, har Frits Johannesen hevur givið tekstunum føroyskan búna.
Solorøddir verða eisini at hoyra: Joanna Johansen, Berghild Poulsen, Arina Bischoff , Kirsten Høybye og Durita Lamhauge Jóansdóttir, sum eisini hevur eina floytusolo.
John Høybye er gitin um øll Norðurlond og eisini víðari út um heim bæði fyri sítt skapandi tónleikavirksemi og sum kórleiðari. Sum
tónleikalærari á Statens Kursus til HF í árunum 1968-72 skapti hann eitt skúlakór, sum gjørdi vart við seg millum annað við at vinna kórkapping hjá danska kringvarpinum. Eftir próvtøkuna ynsktu sangarnir at halda fram, og soleiðis skaptist gitna kórið Tritonus við navni eftir tónastiginum.