Havnarkórið leggur nýggja fløgu fram í Posthúskjallaranum

Havnarkórið gevur nú eina fløgu út og í tí sambandi verður almenn hugnaløta í posthúskjallaranum í dag klokkan 16- Tað er um ein lítlan tíma.

 

Har fer Havnarkórið at syngja og høvi verður at ogna sær fløguna.

 

Á fløguni, sum er ein tvífløga, eru 45 sangir og sálmar og einstøk kvæði, og hon verður annars at fáa í handlum kring landið.

 

Í ár eru 45 ár liðin síðani Havnarkórið sá dagsins ljós, fyrstu árini sum Útvarpskór, men frá 1973 við núverandi navni. Í tí sambandi hevur kórið tikið stig til eina tvífløgu við 45 sangum og sálmum.

 

Onnur fløgan inniheldur satsir hjá ”húskomponistinum”, tí her um leiðir so kenda Vagn Holmboe, meðan hin fløgan er eitt savn av nøkrum av teimum løgum, ið kórið hevur sungið, síðani tað varð stovnað.