Havnarkórið konsert og sanghugnaløtu í Müllers Pakkhúsi

Sunnudagin 3. mai klokkan 16 – krossmessudag, bjóðar Havnarkórið til konsert og sanghugnaløtu í Müllers Pakkhúsi í Havn

Inngnangandi framførir kórið tá tríggjar satsir eftir John Høybye til sangirnar »Mítt vakra heim« (lag: H. J. Højgaard, orp: Rasmus Effersøe), »Beinta« (lag: Christian Wahl, orð: Oskar Hermansson) og »Um eg kundi kvøðið« (lag: Stanley Samuelsen, orð: J. H. O. Djurhuus)

Tí næst koma fýra norðurlendskir kórsangir: »Kaydate« (Knut Nysted, Norra), »Tit er jeg glad« (Carl Nielsen, Danmark – satsur: John Høybye), »Tjuv och tjuv, det skal du heta« (Svenskt fólkalag – satstur: Hugo Alfvén) og »Sefur sól hjá ægi« (Sigfús Einarsson, Ísland).

Fyrri framførsluparturin endar við tí gitna opus 104 hjá Johannes Brahms, fimm hugtakandi kórsatsir (»Nactwache I«, »Nachtwache II«, »Letzts Glück«, »Verlorene Jugend« og »Im Herbst«) við tí eyðkenda romantiska tónalagnum hjá Brahms.

Í steðginum bjóðar Havnarkórið ein kaffimunn við nýbakaðum vaflum afturvið. Eisini fáa áhoyrararnir tá høvi til saman við kórinum at »syngja summarið inn« við kendum vár- og summarsangum úr hefti, sum verður býtt út.

Eftir steðgin trínur kvinnukórið upp á pall við fýra vár- og summarkendum sangum á týskum og enskum máli, og blandaða korið endar hesa seinnapartsløtuna í Müllers Pakkhúsi við einum enskum og einum italskum madrigali, einum írskum fólkalag og eggjandi amerikanskum negro spiritual: »Ain’-a That Good News!«

Konsertin er ókeypis og bryjar klokkan 16.