Havnarkórið boðar nú frá, at tey skipa fyri eina eyka konsert í Havnar Kirkju í annaðkvøld:
Eftir eitt spennandi og fjølbroytt kórár við m. a. kórferð um Keypmannahavn til Sankta Pætursborgar og Helsinki seinasta summar, verið grundtøppurin í Jólaoratoriinum herfyri og nú seinast havt konsertir í Kvívíkar Kirkju og saman við GHM og Havnarhornorkestri í Vesturkirkjuni, endar Havnarkórið sítt virkisár 2012 við egnari jólakonsert í Havnar Kirkju í annaðkvøld, mikukvøldið, kl. 20.00, sigur kórið í fráboðan.










