Havnarkórið í Carnegie Hall

Havnarkórið hevur óiva fingið sína størstu avjóðing nakrantíð.

Í heyst er kórið bjóðað til New York at framføra Elias hjá Felix Mendelssohn í glæsiligu og víðagitnu konserthøllini: CARNEGIE HALL. Ikki kann sigast annað, enn at hetta veruliga er ein álitisváttan og óiva størsta altjóða tiltakið hjá kórinum nakrantíð. Kórleiðarin, íslendingurin Gardar Cortes, hevur saman við Havnarkórinum, operakórinum í Íslandi og kórum úr eitt nú Noregi, Danmørk og Svøríki, fingið hin stóra heiðurin at framføra hetta megnarvekið. Gardar Cortes er komin at venja kórið í vikuskiftinum og fer avstað aftur mánadagin.



Soleiðis sær venjingarætlanin út:

Fríggjadag 12 mars : 19.00 ? 22.00

Leygardag 13 mars : 09.30 ? 12.00
13.30 ? 17.00
Sunnudag 14 mars : 15.00 ? 18.00