Havnargentur til HM

Kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag, ið eru steypavinnarar og føroyameistarar í estetiskum fimleiki í 2008, fara komandi vikuskiftið, at luttaka í World Championship í estetiskum fimleiki

Fimleikur

 

Kappingin verður í Toronto í Canada, og fara kvinnurnar avstað mikudagin 11. juni.

Kvinnurnar hava vant dúgliga síðan FM kappingina í mai og mánadagin verður seinasta venjingin og harvið seinastu rættingarnar lagdar tilrættis, áðrenn farið verður avstað.

Hetta er fjórða árið, at Havnar Fimleikafelag sendir kvinnuliðið til HB. Fyrstu ferðina varð kappingin hildin í Danmark, og síðani hava tær ferðast til Finnland, Spania og nú altso til Canada.

- Fyrstu ferð HF luttók, var fyri at vita hvar felagið lá í heimshøpi. Aðru ferð var fyri at vita um felagið hevði tikið seg fram og triðju ferð var roynt at koma upp í tann sokallaða miðbólkin. Tað gekk ikki tá liðið var í Spania í 2007, hóast stóra framgongd, men vónirnar eru har avgjørt hesaferð. Tað er púra vist, at felagið hevur ikki átt betur lið nakrantíð, verður sagt í tíðindaskrivi frá felagnum.

Til HM-kappingina er tað russiska Sonyia Glyzina, sum hevur staðið fyri koreografiini hjá liðnum.

Innleiðandi kappingin verður fríggjadagin klokkan 14 og sjálv finalan verður leygardagin klokkan 14.