Havnarfólk vilja hava eitt aoptek afturat í Havnini – og tað skal vera í miðbýnum. Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Tórshavnar býráð seinnapartin í gjár.
Heðin mortensen, borgarstjóri í Havn heitti nú ein dagin á myndugleikarnar um at skipa eitt apotek við medisini sum fæst í hondkeypi, í miðbýnum í Havn.
Les eisini: Vil hava apotek oman aftur í miðbýin í Havn
Og fyri at stuðla uppundir áheitanina, hevur Spyr.fo nú gjørt eina kanning fyri at vita, hvat fólk halda um hetta. Í kanningini eru 269 fólk spurd og av teimum svaraðu 188 fólk, ella 70 prosent. Av teimum vilja 60 prosent hava eitt apotek afturat og 40 prosent eru ímóti. Tað eru serliga konufólk, sum vilja hava eitt nýtt apotek afturat, tí tað vilja 69 prosent av konufólki hava.
Og av teimum, sum vilja hava eitt nýtt aoptek, vilja 62 prosent hava, at tað skal vera í miðbýnum í Havn.
- Kanningin vísir á leið tað, vit roknaðu við, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í tíðindaskrivi. Hann sigur, at tey hava tað fatan frá teimum eldru, at tað ikki er tænastuni á Apotekinum, tey fýlast á. - Tað er heldur stríðið at koma til og frá, ferðslan, parkeringsviðurskiftini, og annað, sigur Heðin Mortensen. Hann helvur eisini, at mong eldri leingjast eftir farnari tíð, tá ið apotek var í miðbýnum. Tey leingjast eftir at seta bilin á Skálatrøð ella við Bursatanga og spáka ein túr í miðbýnum og fara inn á apotekið. Tað er helst eisini tí, at kanningin vísir, at so mong vilja hava eina útsølu í miðbýnum, sigur borgarstjórin.
|