Havnarfólk nýggjan skúla um trý ár

Fyrsta byggistig í Skúlanum á Fløtum verður liðugt í juli 2018.

Nýggjasta verkætlanin hjá Tórshavnar kommunu, Skúlin á Fløtum, verður ikki heilt liðugur fyrr enn juli 2020, men longu tvey ár frammanundan, juli 2018, verður nýggi skúlin tikin í brúk, tá kommunan fær handað fyrsta byggistig.


Tað er Tórshavnar kommuna, ið á teirra heimasíðu í dag, endurgevur Biritu Wardum, býararkitekt, ið fríggjadagin hevði eina framløgu á ráðleggingardegnum hjá samanlagda Kommunu- og Venjingarskúlanum.


Í framløguni upplýsti býararkitekturin, at skúlin verður bygdur í trimum byggistigum. 1. byggistig verður handað í juli 2018, 2. byggistig verður handað juli 2019 og 3. byggistig verður handað juli 2020.


Skúlin á Fløtum er størsta byggiverkætlan hjá Tórshavnar kommunu nakrantíð.