Havnarfólk mugu nú eisini spara vatn

? Støðan er ikki út av lagi enn, men hetta er tað turrasta summarið, eg havi upplivað, tey 10 árini eg havi arbeitt her, sigur Viggo Christiansen, deildarleiðari fyri vatnverkið í Tórshavnar kommunu

? Tað er serliga við vatnbyrgingingina í Villingardali, har tað lítla avfallið í summar hevur skapt trupulleikar. Lendið er soleiðis, at tað savnar ikki so nógv vatn, tá ið turkur er, og tí er vatnið í byrgingini minkað so mikið nógv, at eg síggi nógv á botninum, sum eg ongantíð havi sæð áður, sigur Viggo Christiansen.

? Í Havnardali er støðan øðrvísi. Lendið er soleiðis, at har kemur meir vatn í byrgingina, sjálvt tá ið turkur er. At Havnardalur liggur góðar 100 metrar lægri, spælir sjálvandi eisini inn.


Áheitan ikki givið úrslit

? Støðan er soleiðis í løtuni, at vit føða so nógv av Havnini, sum til ber, frá Havnardali, og soleiðis ber til at loysa ein part av trupulleikanum. Havnardalur klárar tó ikki at føða teir hægru býarpartarnar í Havnini.

? Vit skulu nokk klára okkum eina tíð enn, millum annað tí vit eisini hava eina eykagoymslu. Men vit meina, at tað er betri, ikki at vera ov seinur at byrja at spara.

Fyrr í vikuni heitti kommunan á borgarar í Tórshavnar kommunu um at spara vatn, men Viggo sigur, at higartil hava teir tíverri einki merkt til, at fólk hava spart.


Skamtað síðst í 1960

? Í 1993 varð eisini sera turt, men tá byrjaði at regna um hesa tíðina, og so var sloppið. Um tað fer at regna nú, ja, so verður vatntrupulleikin eisini loystur í ár. Men heldur turkurin fram ella tað ikki kemur nóg mikið av avfalli niður, so fer tað at skapa trupulleikar. Hetta kemur at merkjast fyrst í eystara partinum av Havnini.

Um næstan alt vatnið verður uppbrúkt, ja, so verður kommunan óivað noydd at steingja býarpartar av uppá skift. Hetta kann til dømis gerast um náttina. Vatnið hevur annars ikki verið skamtað í Havnini síðani 1960.

So meðan málingafólk, og seinni eisini hoyggingarfólk ynskja sær turt og gott veður, vilja Viggo og onnur um landið, sum arbeiða við vatnveiting, nógv heldur hava avfall og nógv regn.