Tórshavnar kommuna hevur seinastu dagarnar stríðst við drekkivatnið í Kollafirði, ið er so mikið dálkað, at kommunan, saman við Bakkafrost, fer at stoyta klor í vatnið fyri at basa bakterium.
Trupulleikin er tó ikki bara í Kollafirði, tí í dag boðar kommunan frá, at vatnið summastaðni í Havnini er so mikið dálkað, at neyðugt er hjá borgarum at kóka tað.
Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevur nevniliga staðfest bakteriur í drekkivatninum í Eysturbýnum í Havn og í Hoyvík, umframt bakteriur í Kollafirði, Kirkjubø og Nólsoy.
Kommunan skrivar, at tað ikki er heilt óvanligt við slíkari dálking, men hon er komin tíðliga í ár, møguliga orsakað av nógvum áarføri.
Á myndini ber til at síggja hvar dálkaðu økini eru í Havn og Hoyvík. Vatnið er dálkað eystanfyri strikuna á myndini, í Hornabø og á Vestaru kei.