Leygarkvøldið varð skipað fyri árligu kappingini FM í fitness.
Kappingin fór fram í Norðurlandahúsinum, og nógv fólk var komið at fylgja við í kappingini.
Seks menn og fýra kvinnur luttóku hesaferð, og tá avtornaði, vóru tað tey bæði Árna Fjallstein og David A. Galán, ið samanumtikið stóðu seg best í kappingini.
Hetta er triðju ferð, at Árna Fjallstein luttekur, meðan David A. Galán er við í kappingini á fyrsta sinni.
Til ber at lesa meira um FM í fitness í Sosialinum, sum kemur út mánadagin.










