Havnarfólk fáa skattalætta næsta ár

- Og systkin fáa eisini størri avsláttur í dagstovnum og í frítíðarskúlum

Tað er nú endaliga greitt, at kommunuskatturin í Tórshavnar Kommunu lækkar næsta ár.

 

Tórshavnar Býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár, og í tí sambandi er samtykt at lækka skattaprosentið 0,5 prosent.

 

Kommunuskatturin er 20,25 prosent í ár, men næsta ár lækkar hann niður í 19,75 prosent.

 

Samstundis verður barnafrádrátturin framvegis 8.000 krónur fyri hvørt barn um árið. Tað er næsthægsti barnafrádráttur í landinum, tí tað er bara í Fugloyar Kommunu, at barnafrádrátturin er hægri í ár, har er hann 10.000 krónur fyri hvørt barn.

 

Men harafturat hevur býráðið eisini samtykt, at hækka systkinaavslátturin í dagstovnum og í frítíðarskúlum í kommununi.

 

Nú fær ein familja við trimum børnum, ella fleiri, á dagstovni og frítíðarskúla, tað dýrasta barnið ókeypis, men harafturat verður eisini bøtt um núverandi avsláttarskipanina, hevur Tórshavnar Býráð nú samtykt.