Havnarfimleikur í 100 ár

9. desembur 1909 varð Havnar Fimleikafelag sett á stovn. Hetta hevur við sær, at felagið í gjár fylti hundrað ár, og helt tí stóran føðingardag. Nógv er broytt innan fimleik seinastu 100 árini

Í gjár hátíðarhelt Havnar Fimleikafelag sín hundrað ára dag, og í tí sambandi er eisini bók útkomin um felagið. Tað er Sámal T. F. Johansen, sum hevur skrivað bókina, og hann staðfestir, at felagið er broytt sera nógv gjøgnum tíðirnar.

– At byrja við vóru tað bara mannfólk í felagnum, nøkur ár seinni komu konufólk uppí og um seinna heimsbardaga komu børn eisini uppí. Síðan hevur tað broytt seg soleiðis, at eini 80 prosent av limunum í Havnar Fimleikafelag eru kvinnur í dag, so tað er blivin ein kvinnuítrótt burturav, sigur Sámal T. F. Johansen.

Hann greiðir víðari frá, at á byrja við snúði tað mest seg um at gera einfaldar kropsligar venjingar, men at fimleikurin hevur broytt seg sera nógv til at gerast rútmiskur eisini. Fyrst við klaveri, síðan við bondum og við fløgum í dag.

– Og so eru eisini so nógvar ymiskar greinir av fimleiki í dag, at vit kunnu siga, at talan er um fleiri ymiskar ítróttargreinar. Fimleikur hevur greinir, sum líkjast minni enn fótbóltur og hondbóltur, so mann kann siga, at fimleikur er ikki bara ein ítróttargrein, men ein ítróttarbólkur, fortelur høvundurin.


Størsta felag

Sámal T. F. Johansen er ikki sørt errin, nú bókin er komin út og føðingardagurin er hildin.

– Tað kennist væl. Havnar Fimleikafelag er størsta ítróttarfelag í landinum, og tað er ikki løgið, tí tað er ein fantastiskur ítróttur. Og hóast broytingarnar hava verið øgiliga stórar, so er felagsskapurin karnin í felagnum á sama hátt, sum hon altíð hevur verið, greiðir høvundurin á bókini um felagið frá.


Føðingardagur við manér


Havnar Fimleikarfelag helt stóran føðingardag í gjár. Byrjað var longu klokkan 17 við upphiting á ovara vølli í Gundali, har fleiri hundrað limir í felagnum hoppaðu, runnu, sveiggjaðu og strektu.

Síðan var felagsmynd tikin av limunum, sum fer í søgubøkurnar um tey, sum myndaðu felagið í 2009.

Somuleiðis vóru stórar ballónir senda upp í luftina, sum eldru menninir í felagnum sendu avstað.

Eftir hetta var stór skrúgonga niðan í høllina á Hálsi, har føðingardagurin helt fram við kakao, bollum, røðum og fimleiki.

Uppi í høllini beyð Anni Kyster, forkvinna í felagnum, fyrst vælkomin, áðrenn Sjúrður Johannesen, limur, røddi um sínar upplivingar í fimleiki.

Fimleikur varð eisini sýndur fram, og Jógvan Arge umrøddi bókina hjá Sámali T. F. Johansen um Havnar Fimleikafelag, sum høvundurin hevði greitt frá frammanundan.

Eitt sindur eftir klokkan 19 endaði føðingardagurin.