Mikkjal Thomassen helt eftir 5-1 KÍ sigurin í Fuglafirði seinnapartin ikki, at talan hevði verið um meistaraavrik, og hann vildi á ongan hátt takka fyri FM lukkuynski.
-Nú eri eg á veg suður til Havnar. Vit hittast mánakvøldið til venjing í Klaksvík, og so ræður um at hava fokus á næsta dystinum. Í seinna hálvleiki ímóti ÍF var tað frægari, men í fyrra hálvleiki var tað ikki gott. Tað fingu spælararnir av álvara at vita undir steðginum, og eg haldi, at tað sást aftur í seinna hálvleiki, sigur KÍ venjarin Mikkjal Thomassen í samrøðu við Trónd Arge í FM1.
Um KÍ skuldi tryggja sær meistaraheitið í dag, so skuldi tað ganga upp í hægri eind soleiðis at skilja, at KÍ skuldi vinna í Fuglafirði, og at Víkingur skuldi ikki vinna í Sørvági. Víkingur legði seg á odda á Dungasandi, men 07 Vestur svaraði aftur. So var javnt, og KÍ var av álvara á FM kós, inntil Víkingur skoraði sigursmálið.
Seinnapartin í morgin spæla TB og HB útsettan landskappingardyst í Trongisvági.
Leygardagin verður 12. umfar, sum átti at havt verið spælt 23. mai. Tá varð bara dysturin millum NSÍ og KÍ spældur. Tí eru KÍ og NSÍ í dag farin í heystfrí frá landskappingini, meðan hini liðini skulu spæla leygardagin, áðrenn tey fara í heystfrí frá landskappingini.
Tað verður steðgur í landskappingini fram til leygardagin 16. oktober. Tað kemst av tí, at landsliðið skal spæla 9. oktober á heimavølli ímóti Eysturríki og 12. oktober á heimavølli ímóti Skotlandi. Fyrrapartin morgin fæst at vita hvørjar spælarar Håkan Ericson hevur boðsent at vera við í fyrireikingunum til landsdystirnar.
Víkingur er einasta liðið, sum hevur møguleika at fáa fatur á FM favorittunum í KÍ. Tað eru tólv stig frá toppinum og aftur til Víking. Málmunurin hjá KÍ er +85, og hjá Víkingi er málmunurin +31. Tí er tað neyðugt hjá KÍ at vinna stig í einum dysti aftrat fyri at tryggja sær FM heitið.
Tvær tær næstu ferðirnar skal KÍ spæla ímóti stóru feløgunum í høvuðsstaðnum. Leygardagin 16. oktober verður B36 gestur í Klaksvík, og mikudagin 20. oktober fara HB og KÍ í Gundadali at spæla útsettan dyst.
ÍF – KÍ 1-5 (1-2)
0-1: Árni Frederiksberg 18.
1-1: Emil Weihe Joensen 39.
1-2: Jóannes Bjartalíð br 43.
1-3: Jóannes K. Danielsen 60.
1-4: Børge Petersen 75.
1-5: Árni Frederiksberg 81.
B68 – NSÍ 0-1 (0-0)
0-1: Klæmint A. Olsen 64.
07 Vestur – Víkingur 1-2 (0-1)
0-1: Martin Klein Joensen 14.
1-1: Martin Tausen 63.
1-2: Gunnar Vatnhamar 80.
B36 – EB/Streymur 3-2 (1-2)
0-1: Gutti Dahl-Olsen 10.
0-2: Gutti Dahl-Olsen 23.
1-2: sjálvmál 38.
2-2: Hannes Agnarsson 67.
3-2: Alex Mellemgaard br 95.
TB – HB mánadagin kl. 15.30
KÍ | 23 | 21 | 2 | 0 | 92 | 7 | 65 |
Víkingur | 23 | 16 | 5 | 2 | 52 | 21 | 53 |
HB | 21 | 13 | 4 | 4 | 63 | 18 | 43 |
B36 | 23 | 11 | 9 | 3 | 46 | 24 | 42 |
NSÍ | 24 | 11 | 5 | 8 | 45 | 36 | 38 |
07 Vestur | 23 | 6 | 4 | 13 | 29 | 65 | 22 |
EB/Streymur | 22 | 5 | 4 | 13 | 20 | 45 | 19 |
B68 | 23 | 5 | 4 | 14 | 25 | 58 | 19 |
ÍF | 23 | 3 | 4 | 16 | 21 | 60 | 13 |
TB | 21 | 0 | 3 | 18 | 12 | 71 | 3 |
Leygardagin 2. oktober
Víkingur – EB/Streymur
B68 – 07 Vestur
B36 – HB
TB - ÍF