Bæði HB og B36 fáa sum skilst styrk í næstum. Oddaliðið í Vodafonedeildini ætlar at knýta 19 ára gamlan áleypara, sum spælir við U19-liðnum hjá Brøndby. Hetta skrivar Dimmalætting í dag, sum eisini veit at siga, at Mahmud Suleiman, sum áleyparin eitur, gjørdist toppskjútti við tíggju málum í DM-kappingini fyri U19 lið.
Hitt høvuðsstaðarfelagið í bestu føroysku fótbóltsdeildini, liggur ikki heilt so væl fyri sum lítlibeiggin B36. Hetta hava tey tikið avleiðingarnar av. Fyri kortum varð Julian Hansen sendur til hús, Sigfríður Clementsen settur í hansara sess og nú sigst styrkur vera ávegis.
Sambært Dimmalætting fær HB í næstum tveir portugisar at royndarvenja. Talan er um ein verjuleikara og ein framrættaðan miðvallarleikara.
- Báðir leikararnir hava spælt á høgum støði í Portugal, og nú skulu teir so royna at spæla seg til ein sáttmála í Føroyum, skrivar dagsins Dimmalætting.