Havnarfólk til Suðuroyar at ganga

Sunnudagin verður skipað fyri gongutúri fyri havnarfólki og øllum áhugaðum suðuroyingum úr Hvalba til Tvøroyri eftir teirri gomlu bygdagøtuni

Sunnudagin verður skipað fyri stórari gonguferð í Suðuroynni.

Tað er Tórshavnar Gongufelag, sum ætlar sær at royna ta gomlu bygdarg-tuna úr Hvalba, upp ígjøgnum Káragjógv, til Tvøroyrar.

Men tey vóna sjálvandi eisini, at so nógvir suðuroyingar, sum til ber, sum fara at nýta hetta høvið til ein frískligan gongutíur eftir fjøllunum.

Byrjað verður í Hvalba beint eftir døgverða sunnudagin, akkurát nær, farið verður, verður lýst í Lýsingatorginum her í blaðnum.

Tað verða eisini plakatir hongdar upp ymsastaðni í oynni, sum siga frá, nær farið verður.

Tað einasta, sum er vist, tað er, at tað verður farið.

Hjá Tórshavnar Gongufelag er nevniliga onki sum eitur ?um tað viðrar?, tí tey siga, at farið verður í øllum veðri, so er bara at lata seg í eftir umstøðunum.

Hetta er ein miðal strævin gongutúrur, sum tekur einar tríggjar tímar.

Nú er tað gjørt nógv lættari at fara hendan túrin, tí í fjør eru skelti sett upp, sum vísa, hvønn veg gangast skal upp á fjallið.