Havnarfólk skulu rinda tað sama í skatti næsta ár

Meirilutin í Tórshavnar Býráð sigur, at tey eldru skulu hava betri umstøður

Næsta ár verður skattaprosentið og barnafrádrátturin í Tórshavnar Kommunu, tað sama sum í ár.

Tað er meirilutin í býráðnum samdur um. Tað merkir, at næsta ár skulu fólk í Tórshavnar Kommunu, rinda 19 prosent í skatti, og barnafrádrátturin er 8.000 krónur fyri hvørt barnið.

Men annars sigur meirilutin, at dentur er lagdur á at gera umstøðurnar betri hjá teimum eldru.

Eitt nú skulu 250.000 krónur brúkast upp á at keypa tannlæknaútgerð soleiðis, at ein ferðandi tannlækni kann fara á tey einstøku røktarheimini og geva búfólkunum tannrøkt.

Somuleiðis heldur tænastan við reingerð fram og tað kostar 1,2 milliónir. Hetta er ein tænasta, har fólkapensjónistar, sum ikki sjálvir orka at gera reint heima, kunnu fáa fólk at gera tað fyri seg.
Men annars verða tríggjar milliónir settar av til at fáa fleiri starvsfólk á røktarheimini.

Annars verður peningur settur av til demensdepilin á Tjarnargarði, sum skal verða liðugur komandi ár. Og harumframt verður eisini depilin við 27 plássum í Hoyvík til umlætting og endurvenjing, liðugur, sigur meirilutin í býráðnum.