Samráðingar
Tað er nú greitt, at øll tey fýra arbeiðarafeløgini, sum hava sagt sáttmálarnar upp, fara at samráðast við arbeiðsgevararnar um um nýggjan sáttmála í felag .
Tað er greitt nú í vikuni.
Tað hevur leingi verið greitt, at Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag fóru at samráðast saman, men tað hevur drigið út at fáa Havnar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag at taka støðu.
Men tað hava tey bæði feløgini nú gjørt og úrslitið er, at øll fýra feløgini fara at samráðast saman.
Tað vátta bæði Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðsmannafelag og Hanna Isaksen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.
Eitt arbeiðarafelag er í landinum afturat. Tað er Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, men menninir í Klaksvík hava gjørt av, ikki at siga sáttmálan upp.
Feløgini vilja onki siga um, hvørji krøv fara at verða sett til arbeiðsgevarar
Men bæði Ingeborg Vinther og formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag hava fyrr boðað frá í Sosialinum, at væntandi, fara tey at krevja meiri í løn, umframt aðrar ábøtur á sáttmálan.
Ingeborg Vinther sigur at tað er tað besta at feløgini samráðast saman og at feløgini nú fara at gera eitt upplegg til samráðingarnar.