Á næsta løgtingsvali hava havnarfólk eina stóra ábyrgd. Tað heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin.
Tað eru helst ikki nógv, sum høvdu væntað, at hendan ímyndin av einum norðoyapolitikara, nú skuldi koma í eina støðu, har hon setir alt sítt álit á havnarfólk.
Men tað ger Elsebeth Mercidis Gunnleygsdóttir, tí hon heldur nevniliga, at Havnarfólk eru tey einastu, ið kunnu fella sitandi samgongu.
Hon ivast ikki í, at á næsta løgtingsvali fer samgongan at leggja nógv fyri í royndunum at vinna at vinna valið í høvuðsstaðnum. Tí gera tey tað, er er slottið næstan vunnið. Hartil er Suðoroyggin ein tryggur javnaðarskansi.
Tað, samgonguni so manglar í fyri at meiriluta, ætlar hon allarhelst at fáa til høldar við at luta menningarkvotur út.
– Skal herferðin hjá blóðreyðu samgongu móti fiskivinnuni steðgast, mugu veljarar í høvuðsstaðnum vera við til at geva sitandi samgongu durafjórðingin, sigur Elsebeth merceds Gunnleygsdóttir.
Tað verður bara ein spurningur um tíð inntil verkirnir eisini fara at merkja høvuðsstaðin, leggur hon afturat.
Les um, hvørjar hugsanir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur við at trýsta HER









