Havnarfólk høvdu fingið eitt risa endurgjaldskrav

Tað hevði kostað havnarfólkið milliónir at lopið frá avtaluni um at leggja grótið úr Eysturoyartunlinum á Sundi

– Høvdu vit nú lopið frá avtaluni um at taka grót úr Eysturoyartunlinum og lagt tað á Sundi, høvdu vit fingið eitt endurgjaldskrav upp á fleiri milliónir.

 

Tað staðfesti Gunvør Balle, býráðslimur í Havn, á býráðsfundi í gjárkvøldið.

 

Á Býráðsfundinum í gjárkvøldið ætlaði minnilutin í býráðnum at fáa býráðið at samtykkja at steðga arbeiðnum at føra grótið úr Eysturoyartunlinum inn á Sund, til ein heildarætlan varð funnin.

 

Men Gunvør Balle gjørdi greitt, at tað hevði fingið álvarsligar, fíggjarligar avleiðingar. Hon sigur, at tey hava tosað um løgfrøðingar. Teir hava vissa tey um, at lupu tey frá nú, høvdu tey fingið eitt endurgjaldskrav í milliónaklassanum, og tað heldur hon ikki, at tey kunnu forsvara at hongja um hálsin á skattaborgarunum í Havn.

 

Hon vísir á, at málið er langt síðani samtykt í býráðnum og eitt býráð, sum vil takast í álvara, kann ikki leypa frá eini eini avtalu.

 

 – Tá ið hetta varð samtykt í býráðnum, er tað ein partur av grundarlagnum undir sáttmálanum ímillum felagið, sum stendur fyri at gera tunnilin, og felagið sum ger tunnilin, NCC.

 

– Tey hava sjálvsagt álit á tí, sum er samtykt í býráðnum og tað hevði kostað okkum milliónir at lopið frá avtaluni nú, tí so var brádliga ongastaðni at leggja grótið. Og tí standa vit við rygginum ímóti múrinum, og fáa ikki bakka, sigur Gunvør Balle.

 

Ístaðin fyri at gera ídnaðarøki á Sundi, hevur eitt uppskot verið frammi um at brúka tað til ífyllu í nýggju Skansabryggjuna.

 

Men Gunvør Balle vísir á, at undanfarna býráð hevur eisini gjørt sáttmáli um tað arbeiði, og tað hevði verðið alt annað enn ókeypis fyri Tórshavnar kommunu at fingið tann sáttmálan broyttan.

 

Eftir sáttmálanum, sum nú er, fær J & K Petersen, sum ger Skanskabryggjuna, grót í røttu støddini í grótbrotinum á Glyvursnesi og teir laga spreingingina soleiðis, at teir fáa grót, tá ið teir hava brúk fyri tí.

 

– Men skal grótið nú takast úr Eysturoyartunlinum, verður tað ikki J&K Petersen, sum ger av, nær grótið verður leverað og, hvussu stórt tað verður. Og tað hevði kostað kommununi nógvar milliónir, legði Gunvør Balle afturat.