Havnarfólk fingu húk

Tá bygdarfólk komu til Havnar til arbeiðs í morgun vóru tað fleiri, sum hildu, at tey vóru komin skeivt. Tí í rundkoyringini á Hvítanesvegnum í Hoyvík stóð ein húkur – akkurát líka, sum tann í Klaksvík.

Men Landsverk gjørdi skjótt av, og longu tá klokkan var farin beint av átta, komu fólk frá Landsverki at taka húkin niður.

Vit kunnu so bara gita, at Landsverk ikki vildi koma í somu orrustu, sum í Klaksvík, har rættiligt rok stóðst, tá Landsverk ætlaði at taka burtur húkin.

Tað kundi annars verið áhugavert at vitað, um Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og øll tingfólkini í høvuðsstaðnum høvdu lagt líka nógv fyri, sum starvsfelagarnir í Klaksvík – at fingið málið um húkin í Hoyvík upp á hægsta politiska plan í landinum og kroyst landsstýrismannin í innlendismálum í ein krók at gera undantaksloyvi at eira húkinum.