- Vit fara at halda tey lyfti, vit hava givið borgarunum.
Tað staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Og eitt lyftið, meirilutin í Tórshavnar Býráð hevur givið havnarfólki, er, at næsta ár skal skattaprosentið lækka 1%.
Tað var tá ið nýggja ellisheimið á Boðanesi varð bygt, at Tórshavnar Býráð hækkaði skattaprosentið 1% at fíggja byggingina við fyri at sleppa undan lántøku.
Men tá varð samstundis staðfest, at tá ið Boðanesheimið var liðugt, skuldi skattaprosentið setast niður aftur.
Nú er heimið liðugt, men síðani hevur spurningurin tikið seg upp um hvussu verður við lyftinum um at at lækka skattaprosentið.
Fleiri hava sóknast eftir um lyftið um at lækka skattaprosentið, verður hildið, ella um býráðið fer at leypa frá.
Og her hava politikarar í býráðnum næstan bjóða um kapp. Summir vilja hava skattaprosentið niður, aðrir vilja heldur hækkað barnafrádráttin og onkrir vilja enntá tvífaldað barnafrádrattin og onkur vil bæði.
Ongin ivi
Tórhavnar Býráð arbeiðir í hesum døgum við at leggja fíggjarætlanina fyri næsta ár til rættis, so avgerðin um hetta eina skattaprosentið skal takast skjótt.
Men Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, staðfestir, at býráðið fer at halda tey lyfti, sum eru givin.
- Tað er ongin ivi um tað, leggur hann afturat.
Tað merkir, at næsta ár verður skattaprosentið í Havn lækkað 1%, sigur hann.
Í løtuni er skattaprosentið 20,75%, men næsta ár verður tað sostatt 19,75%.
- Samstundis verður hugt eftir, hvørjar møguleikar vit hava at hækka barnafrádrátt ella aðrar ágóðar til borgaran.
- Men tað, sum skal gerast, má alla tíðina vera við atliti at fíggjarstøðuni hjá býráðnum og tað má eisini verða greitt, hvussu tað skal fíggjast.
Tvey skattaprosent
Samstundis ávarar borgarstjórin ímóti, at politikarar nú fara at yvirbjóða hvønn annan, hóast tað stundar til býráðsval.
- Í Havnini svarar eitt skattaprosent til einar 30 milliónir krónur, so tað eru nógvir pengar, talan er um.
Tað vil siga, at hvørja ferð, vit lækka kommunuskattin 1%, missur kommunan 30 milliónir í inntøkum.
Hetta er samstundis áleið tað sama, sum barnafrádrátturin kostar í løtuni.
- Skal barnafrádrátturin tvífaldast, kostar tað sostatt tvey skattaprosent, ella 60 milliónir.
- Teir politikarar, ið vilja hava tað, mugu so eisini hava eina ætlan um, hvussu tað skal fíggjast, sigur borgarstjórin.
Onki lán
Sjálvur tekur Heðin Mortensen fult undir við tó fíggjarpolitikki, meirilutin í býráðnum í Havn hevur lagt hesi seinastu árini.
- Tað var ein røtt avgerð at hækka skattaprosentið 1% fyribils at fíggja Boðanesheimið við, tí tað merkti, at vit sluppu undan at taka lán.
- Tað er betri fyri borgaran, at kommunan fíggjar serliga stórar íløgur við at hækka skattin fyribils, heldur enn at taka lán og skuldarbinda borgaran til ein peningastovn í eini 20-30 ár.
Tórshavnar Kommuna hevur eina fíggjarætlan upp á 750 milliónir, men vit hava einans 140 milliónir í skuld og tað er ein fyrimyndarlig støða hjá okkum at vera í.
Borgarstjórin vísir eisini á, at fyri tveimum árum síðani samtykti býráðið at geva heimild til at taka 50 milliónir í láni.
Men tað lánið er ongantíð tikið og tað verður heldur ikki tikið, sigur Heðin Mortensen.
2,46%
Higartil í ár hevur Tórshavnar Kommuna fingið 410.262 milliónir inn í kommunuskatti.
Tað vísir ein uppgerð hjá Taks.
Hetta eru 9,865 milliónir meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tí tað fekk kommunan 400.397 milliónir inn í skatti.
Sostatt er framgongdin fyri átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, 2,46%.
Tað er eitt sindur minni enn framgongdin fyri alt landið, sum hevur verið 2,53% í miðal.
Men í august í ár fekk kommunan heldur minni inn í skatti enn í sama mánað í fjør.
Í áugust í ár fekk Tórshavnar Kommuna 50.555 milliónir inn í skatti og tað er 1,08% minni enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið inntøkan av skattinum var 51.106 milliónir.