ÍtrótturVíðkað grein
HS1 dreingir settu nýtt føroyskt met í 4x100 metur frí á Føroyameistarastevnuni á langgeil, sum hevur verið í Pálshøll í Vági um vikuskiftið.
Tað vóru teir fýra, Alvi Hjelm, Bartal E. Eidsesgaard, Johan N. Dam og Óli Mortensen, svumu 4x100 m teinin við tíðini 3:40.31.
Gamla metið áttu HS dreingirnir sjálvir. Tað tóku teir í Pálshøll 13. mars í 2016 við tíðini 3:42.95