Havnarborgarar fyri mismuni

Næmingar í framhaldsdeildini í Havn, sum búgva úti á bygd, ferðast ókeypis í skúla við bussi ella skipi. Men borgarar, sum búgva í einum av teimum mongu og fjaru býlingunum í útjaðaranum, mugu rinda yvir 5.000 krónur í ferðaútreiðslum.


Um tit búgva í einum av bygdunum, sum seinastu árini er komin upp í Tórshavnar Kommuni, so skulu tit ikki rinda ferðakostnaðin, tá barnið skal til Havnar at ganga í framhaldsdeild. Soleiðis hevur altíð verið og soleiðis er enn.
Men borgarar, sum búgva til dømis inni á Gøtu, úti á Norðasta Horni ella uppi í Hoyvík, mugu sjálvir rinda yvir 5.000 krónur í ferðakostnaði, tey trý árini barnið gongur í framhaldsdeild.
- Vit halda tað verða sera óheppið, at borgarar verða ymiskt viðfarnir, og vit skilja ikki, at kommunan rindar fyri summi børn og ikki fyri onnur. Børn úr Hoyvík kunnu ikki ganga í framhaldsdeild í Hoyvík, tí ongin skúli er til 8. flokk og eldri, og tí er tað mismunur, at tey børnini noyðast at rinda fyri bussin sjálvi, sigur Durita Djurholm, ið eigur trý skúlabørn, harav tann elsta dóttirin fór oman í Eysturskúlan í summar at ganga í 8. flokki.
 
Langt millum býlingarnar
- Fjarstøðan millum býlingarnar í Havn er so stór, at vit kunnu ikki krevja, at eitt barn fer til gongu ella súkklar í og úr skúla, sigur Durita Djurholm, sum eisini vísir á, at hon og maðurin ikki skulu framvið Eysturskúlan á veg til arbeiðis, og tí koyrir dóttirin í bussi hvønn dag, saman við nógvum øðrum børnum úr grannalagnum.
- Og eg haldi tað vera løgið, at hon gongur í flokki við børnum úr Kaldbak og Kollafirði, sum koyra ókeypis, sigur Durita, sum eisini leggur dent á, at endamálið við at gera vart við hetta sjálvsagt ikki er, at børn av bygd skulu missa rættin til at koyra ókeypis, men at javnstilla allar borgarar.
 
Yvir 5000 krónur
Børnini rinda sum vaksin, tá tey vera 15 ár. Durita vísir á, at hon hevur roknað út, at tá ein næmingur úr Hoyvík rindar 85 krónur fyri eitt mánaðarkort, verður tað 935 krónur í 11 mánaðir. Tá næmingurin gongur í 9. flokki og rindar sum vaksin, kostar eitt mánaðarkort 200 krónur, og verður tað 4.400 krónur í busspeningi fyri tey bæði síðstu skúlaárini. Sostatt skal eitt foreldrapar, sum býr í útjaðaranum rinda tilsamans 5.335 krónur í busspeningi fyri tey trý árini, barnið gongur í framhaldsdeild, meðan onnur onki rinda. Og hon greiðir frá, at flestu fólk hava meiri enn eitt barn, so munurin millum rættindini hjá borgarunum í Hoyvík og Kaldbak gerst størri, tess fleiri børn talan er um.
 
Grønur býur
At nógv koyring er í Havn, kunnu øll vera samd um. Eisini at ov nógv koyring er. Tí vísir Durita Djurholm eisini á, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur fyri umhvørvið, um børnini vóru meira motiverað til at koyra við bussi.- Tað verður so nógv tosað um ein grønan bý, og tað hevði heilt vist verið ein stórur fyrimunur, um fleiri fólk nýttu bussarnar, sigur Durita Djuholm, sum heldur, at børnini um ikki annað kundu fingið frítt at koyra í skúlatíðini.