Havnarbáturin, sum vann FM heitið í 1996 hevur ikki sama møguleika at gera seg galdandi í ár. Soleiðis hevur ljóðað millum kappróðraráhugað, og frágreiðingin hevur verið, at havnarmenn eru bestir á eitt túsund metrum, og í ár verður tað bara á ólavsøku, at tíggjumannafør fara at rógva styttra teinin.
Men á Sundalagsstevnuni í Kollafirði staðfestu teir umborð á einasta tíggjumannafarinum í høvuðsstaðnum, at teir megna eisini at standa seg á tvey túsund metrum. Teir vunnu, og hetta var fyrsta ferðin, at Havnarbáturin vann á longra teininum síðani á Sundalagsstevnuni í Hvalvík í 1992. Tá teir vunnu FM í fjør, var tað m.a. tí teir vunnu tveir róðrar. Báðir vóru á styttra teininum. Annar var á jóansøku, og hin var á ólavsøku.
Kløkkir av Kjøli
Hans Petur Weihe er bátsformaður umborð á Havnarbátinum. Hann situr á lærinum í bakborði, og hann dylur ikki, at teir vóru kløkkaðir av teimum umborð á Kolli:
Á norðoyarstevnu kappaðust vit við Vestmenningin og Skálabátin, og teir báðar hildu vit okkum hava aftanfyri okkum. Skálabáturin fór væl afturum rættiliga tíðliga, og tá vit fóru undir endaspurtin sóu vit aftur á Vestmenning. Men vit høvdu ikki roknað so nógv við Kolli, og vit vóru eitt sindur kløkkir, tá vit hoyrdu, at munurin millum okkum og teir var so lítil. At teir standa seg so væl, ger tað uppaftur meiri spennandi. Eg rokni við, at bæði skálamenn og vestmenningar fara at koma afturíaftur, og tað skal heldur ikki vera nøkur loyna, at vit leingjast eftir at síggja fleiri av teimum aftur, sum hava gjørt seg galdandi fyri ikki so nógvum árum síðani, t.d. Eysturoyingur, Nólsoyingur og Vágbingur, sigur Hans Petur Weihe, sum er ættaður av Skála og í síni tíð var trý ár umborð á Svani (teir vunnu tvey FM heiti), áðrenn hann flutti til Havnar og nú hevur verið umborð á Havnarbátinum í fleiri ár.
Umborð á Havnarbátinum hevur manningin nógvar royndir. Seks av manningin vóru við í fjør, tveir vóru við Gongurólvi, sum vann FM í fjør, ein hevur áður verið við Argjabátinum, ein hevur verið við Knørri, og róðursmaðurin hevur áður stýrt Gongurólvi. Havnarbáturin stóð seg væl fyrrapartin av nítiárunum, men í 1994 og 1995 gekk meiri striltið. Í fjør komu onkrir av teimum gomlu umborð aftur, so talan er um menn við sera drúgvum royndum.
Aldursbýtið umborð á Havnarbátinum er kanska eitt sindur sjálvsamt. Har eru fýra, sum eru omanfyri tríati ára aldur, og allir hinir eru yngri enn 25 ár.
Løgdu eitt sindur um
Havnarbáturin man vera tann kappróðrarbáturin í landinum, sum hevur flestu viðhaldsfólkini, og á norðoyastevnu vóru nógv úr høvuðsstaðnum í Klaksvík fyri at fylgja við. Teir høvdu vunnið bygdastevnuna á Skála frammanundan, og tí var talan um satt vónbrot, tá tað ikki eydnaðist í fyrstu FM stevnuni. Kanska var hetta orsøkin til, at so nógv færri viðhaldsfólk vóru í Kollafirði, hóast teinurin norður hagar er munandi styttri, enn hann er til Klaksvíkar.
Kappróðrarkøn siga, at avrikið hjá Havnarbátinum var fyrimyndarligt á Kollafirði, og bátsformaðurin hevur sína frágreiðing uppá, hví tað hilnaðist betur hesa ferð, enn tað gjørdi seinast:
Vit róðu alt ov títt í Klaksvík. Tá fingu vit hann ikki at skikka sær, sum vit vildu, og tað hevði við sær, at vit títtaðu uppaftur meiri, og so gekk uppaftur verri. Uppundir Sundalagsstevnuna vandu vit meiri seigan róður, uttan at vit á nakran hátt kunnu sammetast við bátarnar, sum rógva mest seigan, og tað eydnaðist nóg væl.
Stóra vónbrotið
Tað man vera langt ímillum, at Skálabáturin stendur seg so illa, sum hann gjørdi hesa ferð. Tað verður sagt bæði um hann og um Vestmenningin, at teir eru nógv verri, tá lotið er ímóti, enn teir eru, tá lotið er undan, ella tá tað er stilt. Frágreiðingin er, at manningarnar eru so sera lættar.
Harafturat halda teir á Skála, at teir komu illa fyri tíðliga í róðrinum, tá teir vórðu kroystir millum tveri bátar. Tá duttu teir afturum, og tað eydnaðist ongantíð at vinna hetta innaftur.
Kjølur avbjóðari
Kollfirðingar vóru ikki við á norðoyastevnu, men hesa ferð gjørdu teir rættiliga um seg. Teirra róðrarsnið er serligt, sammett við nógvar av hinum. Kollfirðingar rógva sera seigan róður.
At teir ikki vóru við í Klaksvík komst av, at fleiri hava verið burturstaddir. Nú hava teir vant eitt stutt skifti, og tá teir megnaðu at standa seg so væl hesa ferð, so er sannlíkt, at teir fara at vera við í kappingini um fremsta plássið í róðrunum, sum eru eftir.
jh