Onkuntíð plagdi tað at verða nevnt, at sjey FM kappingar fóru at verða ov mikið av tí góða. Ólavsøkuaftan var fyri fyrstu ferð nakrantíð sjeynda FM kappingin á skránni. Tá bendi einki á, at nakar var farin at troyttast av kappróðrinum. Heldur tvørturímóti!
Kappingarnar vóru framúr spennandi og intensar, og í góðveðrinum fingu áskoðararnir og lurtararnir so at siga fullkomið drama, sum varð avgreitt eftir tveimum tímum. Tá skal eisini havast í huga, at seks eykaróðrar vóru, og at tað í tveimum kappingum var neyðugt við umstarti.
Jarnbardur við kvinnum var suverenur og kom púra einsamallur á mál. Harvið settu óføru kvinnurnar feita striku undir, at tær hava verið besta manningin av øllum í ár, og tað fingu tær Útvarpssteypið og Niklas í Koltri steypið fyri.
Í hinum fimm FM kappingunum var munurin ongantíð eitt sekund, og í fleiri kappingum var hann so mikið lítil, at tað var neyðugt at spæla sjónbandið umaftur og umaftur, áðrenn tað varð staðfest, hvør hevði vunnið.
Í tveimum kappingum var FM vinnarin ikki funnin undan Ólavsøkuni. Genturnar á 5-mannafarinum Bliki á Argjum og Havnarbáturin fóru avstað við FM heitunum fyri nøsini á gentunum á Sílinum og teimum umborð á Nólsoyingi, sum vóru favorittar.
Fyri Havnar Róðrarfelag var tað vónbrot, at Sílið ikki skuldi megna at halda tørn um fremsta plássið í FM kappingini, sum tær undan Ólavsøkuni høvdu rættuliga gott tak á. Men tað vónbrotið varð væl og virðiliga fjalt og yvirskuggað av róminum og gleiminum, sum varð, tá ið Havnarbáturin í so spennandi endaspurti, sum tað ikki hevði borið til hjá leikstjóra at sett betri upp, fekk stavnin og kanska hálva reingina framum Vágbingin.
Hjá nólsoyingum var talan um ógvuliga stórt vónbrot, nú teir ikki fingu fyrsta FM heitið í fimtan ár inn um stokkin.
Fýra meistarar vunnu á Ólavsøku. Teir, sum tað ikki eydnaðist hjá, vóru dreingirnir á Bliki og Argjabáturin. Genturnar á Bliki, menninir á Sundabátinum, kvinnurnar í Jarnbardi og so Havnarbáturin vunnu bæði FM og á Ólavsøku.
Ognarsteyp og ferðasteyp og gull og silvur og bronsu krónur vórðu handaðar eftir róðurin. JóannesEidesgaard, løgmaður, handaði Útvarpssteypið, Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, handaði FM steypini, og fyri Havnar Róðrarfelag handaði Høgni Joensen steyp og krónur fyri ólavsøkuróðurin.










