Havnarbáturin bjóðar av í FM

Tað er lagt upp til sera tætta kapping um FM heitið í kappingini millum 10-mannaførini. Havnarbáturin var fyrstur á mál í dag, og harvið verður tað ógvuliga spennandi í teimum báðum síðstu kappingunum ? í Miðvági og á Ólavsøku.

Tað var ógvuliga stórur spenningur undan startinum í dýrdarveðrinum. Onkur tjóðstartaði, og tí varð neyðugt við nýggjum starti.

Havnarbáturin leyp avstað, og síðani stýrdi hann kappingini, og á málinum var hann gott og væl leysur av Orminum, sum frammanundan hevði vunnið tríggjar av fýra róðrum.

Eysturoyingur og Vestmenningur vóru við fyri fyrstu ferð. Eysturoyingur bjóðaði av í startinum, men tað var skjótt, at guli báturin dragnaði, og so var talan um tvær kappingar: Havnarbáturin og Ormurin kappaðust um fremsta plássið. Í tí kappingini var munurin ein bátslongd og reiðiliga tað.

Í aftaru kappingini var Eysturoyingur fremstur.

 

1 Havnarbáturin 04:25.04

2 Ormurin 04:29.24

3 Eysturoyingur 04:41.14

4 Nólsoyingurin 04:49.11

5 Vestmenningur 04:56.01

 

1 Ormurin 33

2 Havnarbáturin 32

3 Nólsoyingurin 13

4 Eysturoyingur 5

5 Ormurin Langi (VK) 5

6 Vestmenningur 3