Havnarbáturin bestur í tættari kapping

Tað slitnaði ongantíð sundur millum teir fimm bátarnar, og tveir bátar royndu at vera fremstir, áðrenn teir á Havnarbátinum gjørdu bart

Tøtt og dramatisk kapping á 930 metrum. Tað var síðsti FM róðurin á vestanstevnu. Tá bátarnir komu á endamálið, var ein stór bátslongd á muni millum Havnarbátin, sum vann, og Nólsoyingin, sum var nummar fimm og aftastur.
Tað boðar frá intensiteti og spenningi, og tað boðar frá uppaftur størri drama, at myndin broyttist alla tíðina. Havnarbáturin vann, men tað var ikki fyrrenn, tá stutta málið var knappliga hálvrógvið, at vinnarabáturin stakk drekastevnið framum hinar.
Klaksvíkingar hava ikki vunnið higartil í ár. Hóast teir endaðu á fjórða plássi í Vági, so vónaðu teir, at tað skuldi bera til í Miðvági. Tað var týðuligt, at teir umborð á Klaksvíkinginum høvdu vant startin og startspurtin nógv uppundir vestanstevnuna. Í hvussu so er leyp Klaksvíkingurin avstað, og tað eydnaðist honum á fyrstu eitt hundrað metrunum at vinna seg skutin framum hinar bátarnar. Men klaksvíkingar megnaðu ikki at halda tørn.
Í staðin var tað Eysturoyingurin, sum eina løtu sá út til at skula endurtaka sigurin á jóansøku og harvið skula leggja seg sera væl fyri í FM kappingini. Eysturoyingurin er framvegis væl fyri í FM kappingini, men tað eydnaðist teimum ikki í Miðvági at endurtaka sigurin frá jóansøkuni.
Í staðin var tað Havnarbáturin, sum eftir eitt lítið sindur trilvandi startspurt fótaði sær og skjótt blandaði seg upp í oddastríðið. Tað eydnaðist Havnarbátinum at leggja seg á odda, og hann tóktist eina løtu hava hug at glíða frá hinum bátunum, men munurin gjørdist ongantíð longri enn ein hálv bátslongd, og á málinum var fjarstøðan aftur til Eysturoyingin minni enn so.
Undan vestanstevnuni varð mett, at Vestmenningurin eftir avrikið í Vági fór at hava góðar møguleikar at vinna. Men Vestmenningurin kom ongantíð rættuliga fyri seg. Hann fekk einki serligan start, og hóast hann tóktist hava hug at taka seg fram, tá Havnarbáturin legði seg út í kappingina um fremsta plássið, so gjørdist tað ongantíð álvari hjá vestmenningum. Teir endaðu á triðja plássi, og harvið kundi staðfestast, at hetta gjørdist ongantíð orduliga dagurin hjá teimum. Triðja plássið hevur við sær, at møguleikin fyri at vinna FM heitið, sum teir seinast áttu í 2000, kámaðist rættuliga nógv hjá vestmenningum. Men vestmenningar hava ofta vunnið á ólavsøku, og tí skulu teir ikki heilt avskrivast.
Eysturoyingur hevur framvegis góðan møguleika at vinna FM heitið, sum teir áttu í 1998, tá báturin var spildur nýggjur, og sum teir endurvunnu í 1999.
At Havnarbáturin vann í Miðvági hevur við sær, at hann má mestast sum ein lítil favorittur at endurvinna meistaraskapin frá í fjør. Um tað skal bera til, og eingin uttan Havnarbáturin sjálvur skal vera við til at gera av, hvar skápið skal standa, so skal Havnarbáturin vinna á Havnarvág. Tað líkar teimum ivaleyst væl umborð á Havnarbátinum, sum nú er komin aftur til Havnar, eftir at hann í síðstu viku var fleiri dagar í Miðvági.
Nólsoyingurin var aftur hesa ferð aftastur. Men munurin fram til hinar var væl minni, enn hann hevur verið fyrr í summar. Tað eigur at geva blóð á tonna, nú allar manningarnar fyrirreika seg til endaspurtin á róðrarárinum.