10 mannafør
Alt bendir nú á, at Havnarbáturin fer at vinna fyrsta FM heitið síðani 1996. Leygardagin vunnu teir triðja FM róðurin av trimum møguligum, men munurin aftur til næstfremsta bátin var ikki størri enn so, at tað framvegis væl kann hugsast, at havnarmenn fara at fáa kapping um fremsta plássið.
Enn eina ferð var tað Eysturoyingurin, sum fekk besta startin. Í undanfarnu kappingunum hava teir umborð á Eysturoyinginum bara havt orku at kappast við Havnarbátin ein part av róðrarteininum, men hesa ferð góvu teir honum ein skarpan gang allan vegin. Á túsund metra málinum var munurin ein hálv bátslongd, og tá bátarnir vóru farnir um túsund metra málið, svaraðu eysturoyingarnir orduliga aftur.
Í endaspurtinum var Havnarbáturin drúgvastur. Tað vóru bara hesir báðir bátarnir, sum telvaðust um fremsta plássið. Nólsoyingurin var nummar trý, og Vestmenningurin var nummar fýra. Tað vóru einar fýra bátslongdir frá Eysturoyinginum og aftur til Nóilsoyingin.
Skipanin verður ikki brúkt
Eftir róðurin hava vestmenningar sent Róðrarsambandinum skriv, har teir mótmæla, at skipanin við gulum og reyðum kortum ikki verður brúkt, soleiðis sum teir halda, at skipanin varð ætlað til, tá hon í síni tíð kom.
Vestmenningar siga seg ásanna, at Havnarbáturin er sera væl fyri í ár. Men teir halda, at høvuðsdómarin eigur at vera meiri aktivur í at stýra róðrinum, enn teir halda, at hann var leygardagin. Tað, sum teir sipa til, er, at Havnarbáturin tóktist hava ilt við at halda seg til stavnhaldsboyuna, sum hann skuldi havt stýrt eftir. Hetta siga vestmenningar órógvaði teirra róður.
Tá róðurin var liðugur, fekk Havnarbáturin gula kortið fyri at hava stýrt skeivt. Vestmenningar halda, at um kortið var givið tíðliga í róðrinum, so hevði møguleikin verið størri fyri, at allir bátarnir høvdu hildið seg til síns geira. Um onkur bátur tíðliga í róðrinum ikki hevði tikið boðini og gula kortið frá dómaranum til eftirtektar, so hevði dómarin havt møguleika at kolldømt ein bát, tá hann var komin á mál.
Hannis Joensen, formaður í Róðrarsambandinum, sigur, at teir hava fingið skriv frá vestmenningum, og at skrivið verður viðgjørt sambært ásetingarnar í reglunum fyri Róðrarsambandið. Nevndin í RSF skuldi hava fund í gjárkvøldið.
Ásetingarnar geva ikki møguleika fyri, at nakað kann gerast við sigurin, sum havnarmenn so rudduliga vunnu í Fuglafirði. Spurningurin, sum nevndin í RSF skal viðgera, er, um skipanin við kortunum verður brúkt so væl, sum tað í síni tíð var ætlað.
Tað hevur tíverri ofta víst seg, at bruni so at siga er komin í kappingina, tá viðurskifti av serligum slagi hava órógvað kappróðurin. Sovorðið er altíð harmuligt.
? Vit hava fyrireikað róðrarárið væl, og vit tosa ofta við bæði startdómarar og høvuðsdómarar. Komandi leygardag verður kappróður í Hvalvík, og vit hava longu verið í sambandi við ábyrgdarpersónarnar, sigur Hannis Joensen, formaður í RSF.










