Havnarbáturin aftur mannaður

Kappróður: Havnarbáturin, sum ikki hevur verið mannaður síðani 2008, verður nú aftur mannaður til at rógva kapp í ár. Bróðurparturin av manningini, sum nú skal lyfta stoltleikan hjá Havnar Róðrarfelagi, róðu síðsta kappingarár við Argjabátinum.

– Vit vóru komnir hartil, at vit høvdu vunnið FM-heitið í 8-mannafarsróðrinum, og nú vildu rógvararnir strembað eftir nøkrum hægri. Og tað er 10-mannafarið, sum er besta deildin innanfyri róður. Tað er altíð ynski hjá rógvarum at rógva við 10-mannafari, og nú fingu møguleikan at manna nýggja bátin hjá Havnar Róðrarfelag, siga teir við heimasíðuna hjá Havnar Róðrarfelag.

Teir tíggju, sum væntandi skulu manna Havnarbátin, eru Hans Karl Jacobsen, Rúni Jacobsen, Ellendur Ólavsson Lydersen, Ólavur Jacobsen, Bergur Lützen, Ragnar Hansen, Jákup Steffansson, Jón Holm, Kenneth Jacobsen og Eivind Rein Dahl.

albinus@sosialurin.fo