Altjóða eldradagin fríggjadagin 1. oktober signerar og selur Finnur Johansen bókina ?Traðkaðu fólkinum slóð 2 - Havnin 1900-1940? í Miðlahúsinum. Bókin er framhald av fyrru bókini við sama heiti. Finnur skrivar í innganginum til fyrru bókina m.a. at í 1866 gjørdist Tórshavn sjálvstøðug kommuna, og í 1909 gjørdist býurin keypstaður, men um aldamótið 1900 var menningin av samfelagnum hundrað ár eftir grannatjóðirnar, eingir vegir, ongar havnir, eingin telefon, einki elektricitet og at kalla einki innanoyggja ferðasamband.
Í 1880-árunum og seinni vórðu nakrar útstykkingar gjördar eystan fyri Tinghúsvegin og úti í Bø, í 1894 varð Kommunuskúlin bygdur og í 1896 Meinigheitshúsið, annars var einki bygt oman fyri Vaglið í 1900. Í 1898 fekk Havnin fyrsta vatnverkið, og í 1901 keypti kommunan innangarðsjørðina hjá Vestara Húsagarði, og fór undir at gera vegir og útstykkja økið av Vaglinum og niðaneftir. Havnin fekk sítt fyrsta elektricitetsverk í 1921, og í 1929 varð fyrsta byggistig av Tórshavnar Havn, Eystara Bryggja, liðugt, og menningin fór nú at ganga við rúkandi ferð.
Bókin er 200 blaðsíður við umleið 150 myndum av nógvum ymiskum áhugaverdum sum t.d. søgan um tey ymisku húsini í gomlu Havnini. ?Traðkaðu fólkinum slóð 2? Havnin 1900-1940 er skrivað 100 ár eftir at Havnin gjørdist keypstaður. Teksturin í bókini er eisini á donskum og enskum.