Havnará sum lýsingarsúla

Onkur illneitast á, at nýggja Havnará á Vaglinum nú ikki sæst fyri lýsingum

 

Fólk á Facebook illneitast inn á, at lýsingarbannarar frá treystikappingini »NIAR – Faroe Islands 2023« eru hongdir upp á girðingina kring Havnará soleiðis, at áin ikki sæst.

Og í nátt hevur onkur argast so illa inn á hetta, at partar av bannarunum eru skræddir niður.

Spurningurin er so, um hesar girðingar í framtíðini verða nýttar sum lýsingarpláss, ella um býráðið fer at forða fyri hesum.

Tað kunnu so vera ymsar hugsanir um, hvørt hetta er vakurt ella skemmandi fyri hugnaliga umhvørvið á Vaglinum og har um kring.

##med2##

 

##med3##