Havnar Telvingarfelag vann FM

Talv: Tað var heimkomni Helgi Dam Ziska, sum um vikuskiftið tryggjaði Havnar Telvingarfelagið føroyameistaraheitið frammanfyri Sandavágs Talvfelag

Besta liðið hjá Havnar Telvingarfelag vann um vikuskiftið FM-kappingina fyri lið í fremstu deildini. Hetta er fyrsti FM-sigurin hjá elsta talvfelagnum í landinum síðani 2009. Havnarmenn vóru í seinasta umfari fyri sínum einasta ósigri í landskappingini í vetur og taptu 3-1 fyri meistaraliðnum í fjør, Sandavágs Talvfelag. Men við greiðum sigri á 1. borði tryggjaði nýafturkomni Helgi Dam Ziska Havnini meistaraheitið. Bulurin á havnarliðnum í vetur hevur verið Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Hans Kristian Simonsen og Herluf Hansen.

Sandavágs Talvfelag stóð seg best í hinum deildunum. Vágamenn vunnu 2. deild og fara tí at hava tvey lið í 1. deild komandi kappingarár. Eisini vann felagið í Sandavági unglingadeildina. Felagið Rókur í Sundalagnum vann 3. deild og flytur upp í 2. deild.

Klaksvíkar Talvfelag skipaði fyri seinasta umfari í talvlandskappingini leygardagin í Ósaskúlanum. FM-einstaklingskappingin verður eisini í Klaksvík um páskirnar. Føroyameistarin Helgi Dam Ziska verður ikki við - hann fer í staðin sum fyrsti føroyingur at vera við í meistarabólkinum í kappingini um danmarkarmeistaraheitið.

Endaliga støðan í 1. deild gjørdist henda:
1. Havnin 27½
2. Sandavágur 26
3. Vestmanna 24
4. Klaksvík 21½
5. Klaksvík 2 12½
6. Havnin 2 8½