Nógv hevur verið kjakast seinastu árini um ætlaðu havnarútbyggingina hjá Tórshavnar kommunu. Nógv fólk, stovnar og onnur hava sagt sína hugsan um verkætlanina, men eingin við størri tyngd enn Býarskipanarnevnd landsins. Tá ið tað nevniliga tyktist, at kommunan hevði fingið øll loyvir upp á pláss, avgjørdi Býarskipanarnevdin tann 16. mars 2016, at tey ikki mettu, at kommununa skuldi fáa loyvi at broyta byggisamtyktina og steðgaðu harvið byggingini.
Men nú hevur nógv umstrídda verkætlanini hjá Tórshavnar kommunu loksins fingið grønt ljós frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í innlendismálum, eftir at Býarskipanarnevnd landsins steðgaði henni fyrr í ár.
Eftir at hava viðgjørt frámæli frá nevndini í nakrar mánaðir, hevur landsstýriskvinnan valt ikki at fylgja frámælinum, men hevur givið Tórshavnar kommunu loyvi at halda fram við útbyggingini og loyvir broytingini í byggisamtyktini.
- Samanumtikið metir Heilsu- og Innlendismálaráðið, at kommunan hevur víst á sakligar og rímiligar grundgevingar fyri, hví tað er skilagott at byggja byggisamtyktina, so verandi havn í Tórshavn kann verða útbygt heldur enn farið verður at byggja eina nýggja havn aðrastaðni í kommununi, skrivar Heilsu- og Innlendismálaráðið í niðurstøðuni.
Harumframt metir ráðið, at Tórshavnar kommuna hevur fyrihildið seg til møguligar avbjóðingar, ið hava verið lýstar í innkomnum mótmælum, m.a. við at leiða ferðsluna til og frá havnarøkinum, umframt at hon hevur givið ráðnum eina nøktandi frágreiðing fyri hví tað ikki verður bygt aðrastaðni í kommununi.