Havnarútbygging á Skála

Skála Kommuna víðkar havnarlagið niðan fyri byggihøllina hjá Skipasmiðjuni. Eisini verða nýggj vatnreinsiverk gjørd á Skála og í Skálafirði

 

Skála: Skipasmiðjan á Skála fær betri umstøður at arbeiða upp á størri skip, nú havnarlagið verður víðkað niðan fyri byggihøllina.

Tað er eftir ynski frá Skipasmiðjuni á Skála, at Skála Kommuna er farin undir at gera størri brygjupláss framman fyri byggihøllini, sigur Símun Pauli Berg, bygdarráðsformaður á Skála.

Tað er soleiðis, sigur hann, at Skipasmiðjan gjørdi vart við, at tað var eitt sindur óarbeiðsligt hjá teimum, tá stóru trolararnir lógu við bryggju, og bæði fólk og útgerð skuldu flytast upp fyri skipssíðurnar, sum eru rímiliga høgar á hesum skipunum.

Tað er nógv lættari og arbeiðsligari at leggja eina brúgv upp gjøgnum trolsliskuna á reyvini og so ganga tann vegin. Men hesin møguleikin var ikki á Skála, tí eingin krókur var at leggja skipini í, soleiðis at til bar at leggja hesa brúnna upp eftir hekkuni á skipunum.

Nú er Skála Kommuna so í gongd við eina útbygging, sum fer at gera hetta møguligt, sigur Símun Pauli Berg.

Framman fyri byggihøllini verða gjørdir 40 metrar av atløgubryggju innan fyri mittastu bryggjuna. Arbeiðið verður gjørt í tveimum stigum, og fyrra byggistig er komið nakað áleiðis. hetta fyrra byggistigið fer at umfata helvtina ella 20 metrar av bryggjukanti. Kanturin verður stoyptur inn eftir úr verandi pieri, og so verður fylt út innanfyri. Tá annað byggistig verður liðugt, røkkur nýggja bryggjan inn móti bedingini. Við nýggju bryggjuni verður rokkið út á seks metra dýpi. Neyðugt verður ikki at leingja pierin út eftir, sigur bygdarráðsformaðurin. Pierurin er nóg langur til, at øll skip, sum vanliga koma á Skála, kunnu liggja við hann. Tað er byggifelagið J&K Petersen, sum ger arbeiðið. Kostnaðurin fer at liggja um 1,6 millión krónur, sigur bygdarráðsformaðurin.

Símun Pauli Berg, bygdarráðsformaður á Skála sigur, at tosað hevur verið um at dýpa turrdokkina hjá Skipasmiðjuni. Enn er einki ítøkiligt komið til Kommununa um tað, sigur hann. Men um so verður, verður eisini neyðugt at dýpa havnina uttanfyri. Tí tað ber ikki til at tey skip, sum skulu í dokk, ikki sleppa inn, tí ov grunt er uttanfyri. Men enn liggur tann ætlanin úti í framtíðini, sigur bygdarráðsformaðurin á Skála, hóast hann ikki metir, at hon er langt burtur.

Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá leiðsluni á Skipasmiðjuni á Skála, áðrenn blaðið fór til prentingar.

Av øðrum virksemi hjá Skála Kommunu er vatnreinsiverk, sum skal gerast, sigur Símun Pauli Berg. Hann sigur, at reinsiverkið skal gerast liðugt í hesum árinum. Tað verða í grundini tvey verk, sigur hann. Eitt á Skála og eitt í Skálafirði, sum eisini hoyrir til Skála Kommunu.

Nomatek hevur fingið hetta arbeiðið at gera, og tað fer at kosta umleið eina millión krónur, sigur Símun Pauli Berg, bygdarráðsformaður á Skála.